- Tíðindi, mentan og ítróttur
Christian Matras
Christian Matras (1900-1988) var bæði skald og málvísindamaður. Hann gav okkum fyrstu orðabókina á føroyskum longu í 1928, um somu tíð yrkti hann nakrar av perlunum í føroyskum skaldskapi. Men hvør var hesin skaldsligi og málsligi úrmælingurin, ið sjálvur onga undirvísing fekk í føroyskum í fólkaskúlanum? Í hesum fyrra partinum um Christian Matras frætta vit um barnaárini á Viðareiði, ungdóms- og lestrarár í Havn og Keypmannahavn, og fyrstu skaldaroyndirnar í tjúgu- og tretivuárunum. Hann hittir Marionnu, ið verður kona hansara, hann verður magistari við lærda háskúlan í Keypmannahavn, seinni doktari í málfrøði. Hann er nú á einum vegamóti, familja, arbeiði, bústaður og lívsdreymar skulu fáast at ganga upp.

Christian Matras
Christian Matras (1900-1988) var bæði skald og málvísindamaður. Hann gav okkum fyrstu orðabókina á føroyskum longu í 1928, um somu tíð yrkti hann nakrar av perlunum í føroyskum skaldskapi. Men hvør var hesin skaldsligi og málsligi úrmælingurin, ið sjálvur onga undirvísing fekk í føroyskum í fólkaskúlanum?
