- Tíðindi, mentan og ítróttur
Jól við Løkin
Vit borðreiða við einum dygdargóðum og fjølbroyttum tyssi av sangsolistum, og í ár hava vit tvær duettir og eitt kór, sum fara at framføra. Solistar eru m.a. Guðrið Hansdóttir, og hava vit eisini eina faðir-dóttir duett við Ronny og Mariu. Tey fara at framføra tveir vakrar føroyskar jólasangir. Sámal Hanni Lognberg er nokk fyrsti skopuningur, ið luttekur á Jól við Løkin, ímeðan lokala og útgávuaktuella Hervør Sabina hevur verið við tvær ferðir áður. Í ár er tað Sophilia Wraae Mukisa, sum er unga stjørnuskotið. Hans Poulsen er kappellmeistari, og við sær á pallin hevur hann topptjúnaðar tónleikarar, blásarar og kórsangarar.

Jól við Løkin
Jólakonsert í Løkshøll í Runavík við eini fjølbroyttari tónleikaskrá, ið verður framførd av bæði kendum og minni kendum sangarum og tónleikarum.









