Róin – spælimaðurin við heimsins enda

Róin – spælimaðurin við heimsins enda
15-01-2026
- heimildarfilmur um Róin Siggertsson

Aftan á næstan 30 ár í Danmark flytur tónleikarin Róin Siggertsson aftur til Vestmanna. Tað er tó ikki lætt at finna fótafestið í heimbygdini, og hann umhugsar at flyta av landinum aftur. Men so hendir tað óvæntaða: Hann skal vera pápi. Eitt vegamót, sum krevur, at hann má broyta lívsstíl og endurhugsa sína støðu. Dokumentarfilmurin er eitt rátt og erligt portrett við tónleiki eftir Róini 'roWan' Siggertsson sjálvum.

Heimildarfilmurin er leikstýrdur av Pæturi H. Evensson og framleiddur av Kykmyndum.