- Stórt at Grønland var við 

- Stórt at Grønland var við 
Tað hevur alt at siga, at Grønland var við á fundinum, heldur Nuka Eidesgaard, sum hevur fylgt væl við í tíðindastreyminum aftan á toppfundin í gjárkvøldi
15.01.2026 - 19:25

Meðan stórpolitikkur verður umrøddur, fylgja grønlendingar við á síðulinjuni. Ein teirra er Nuka Eidesgaard, sum heldur tað vera ógvuliga kensluborið. - Tað, at Grønland var við á fundinum í Washington, hevur alt at siga. 

"Hetta er jú heimssøga", sigur hon brosandi, tá vit hitta hana heima í stovuni á Eiði. 

Undan fundinum í Washington í gjár, so var hon eitt sindur stúrin. "Bara tað ikki verður eitt Zelenskyj moment", sigur hon - og sipar til víðagitna fundin í Hvítu Húsunum millum ukrainska forsetan og Donald Trump. 


- Vit hava eisini eina rødd 

Søguligi fundurin í Washington var týdningarmikil, heldur Nuka Eidesgaard, tí umframt Lars Løkke Rasmussen, Marco Rubio og J.D. Vance, so var Vivian Motzfeldt við. 

"Eg haldi, at tað hevur alt at siga, at Grønland er við - og kann siga, hetta er okkara land, og tað er okkum, tit tosa um", sigur Nuka Eidesgaard, sum nú er meira bjartskygd enn áður. Har sær út til at vera meira samanhald millum Danmark og Grønland nú, heldur hon. 

 

Toppfundurin var viðgjørdur í Breddanum í dag, har millum annað var spurt, hvat veruliga kom burturúr. Øll sendingin kann hoyrast her: Breddin: Eftir fundin í Washington um Grønland

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 6.partur (6:7)
109104
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 5.partur (5:7)
109064
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666