- Tað sjúkasta nakrantíð

- Tað sjúkasta nakrantíð
Tá tú hevur fimm, seks, sjeytúsund føroyingar í rygginum, er tað tað sjúkasta nakrantíð. Tað segði ísak Vedelsbøl eftir søguliga EM-sigurin á Montenegro í Oslo
18.01.2026 - 19:27

 - Tú hevur óendaliga orku. Tað er ongin, sum kann steðga tær.

Soleiðis kendist tað í hvussu er hjá Ísaki Vedelsbøl í framúrskarandi stórsigrinum hjá Føroyum á Montenegro sunnudagin. 

Ungi strikuspælarin kallað upplivingina "ta sjúkastu nakrantíð", og tað eru teir túsundtals føroyingarnir, sum róptu seg hásar í Unity Arena helst samdir við honum í.

Føroyar vunnu heili 37-24, og Ísak Vedelsbøl var væl nøgdur við góða hugburður á føroyska liðnum. 

 - Tað er prógv upp á gott arbeið, haldi eg. Vit eru frammanfyri við eini átta, níggju, tá 15 minuttir eru eftir, og blíva vit at rópa í gronina á hvørjum øðrum: "Vit mugu blíva við". 

 - Vit vildu hava hendan sigurin, og nú hava vit endiliga fingið hann. Ja, vit eru svakliga glaðir, segði Ísak Vedelsbøl.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. mars
Morgunlesturin hósdagur 26.mars 2026
205923
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Mikudag 25. mars
Fyrsta val 25. marts 2026
206200
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 3:3
135628
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 1:3
134983