Anna Maria 1807

Anna Maria 1807
29-01-2026

Um miðjan august í 1807 fór skipið Anna Maria av Havnini og setti kós móti Keypmannahavn eftir at hava skipað upp farm í Føroyum. Á vegnum, sunnan fyri Noregi, rendi Anna Maria seg í bretska herskipið HMS Defense, sum legði hald á skipið. 217 ár seinni komu fornfrøðingar á Tjóðskjalasavninum í London fram á skjøl, brøv og sjey pakkar frá Onnu Mariu. Hvat stendur í brøvunum, og hvat er í pakkunum? Vit fylgja umboðum fyri Tjóðsavnið, tá tey vóru í London og lótu brøv og pakkar upp fyri fyrstu ferð í 217 ár.

Anna Maria 1807

Um miðjan august í 1807 fór skipið Anna Maria av Havnini og setti kós móti Keypmannahavn eftir at hava skipað upp farm í Føroyum. Á vegnum, sunnan fyri Noregi, rendi Anna Maria seg í bretska herskipið HMS Defense, sum legði hald á skipið. 217 ár seinni komu fornfrøðingar á Tjóðskjalasavninum í London fram á skjøl, brøv og sjey pakkar frá Onnu Mariu. Hvat stendur í brøvunum, og hvat er í pakkunum? Vit fylgja umboð fyri Tjóðsavnið, tá tey vóru í London og lótu brøv og pakkar upp fyri fyrstu ferð í 217 ár. 

29-01-2026