Fagnaðurin 25: Flúgvandi Mia bergtók í Stromness

Fagnaðurin 25: Flúgvandi Mia bergtók í Stromness
Avrikið hjá Miu Højgaard í barr stendur eftir sum ein av minniligastu løtunum frá oyggjaleikunum í Orknoyggjum.
08.02.2026 - 17:15

Andlitið hjá Cameliu Michaela Mindricel segði alla søguna.

Mia Højgaard var júst lend eftir frálíkt avrik á barr á oyggjaleikunum í Orknoyggjum, og eyðsæð var, at venjari hennara var væl nøgd. Tað er nú 16 ára gamli amboðsfimleikarin framvegis eitt hálvt ár seinni.

 - Eg eri ræðuliga glað fyri tað, sum eg gjørdi har, sigur Mia Højgaard.

 - Tað var øgiliga stuttligt, tí til dømis, tá eg gjørdi jæg'ara - tá eg sleppi barrini og lofti aftur - hoyrdi eg øll klappa og gleðast. Men so skuldi eg eisini minnast til at gera seriuna liðna, tí ofta heppar tú eitt sindur for tíðliga, og so kann tað ganga galið.

Tað gjørdi tað ikki í Stromness. Mia Højgaard lendi trygg og við seks gullmerkjum, einum silvuri og einum bronsu var hon millum mest vinnandi íðkararnar í oyggjaleikunum

SÍ EISINI: - Okkara harða arbeiði seinastu árini hevur lønt seg

 

Trongdi til steðg

Afturkomin til Føroyar trongdi ungi fimleikaúrmælingurin til steðg frá fimleiki. Leiðin gekk í ítróttaeftirskúlan í Suðuroy, har hon hevur brúkt seinasta hálva árið.

Nú er hon so smátt farin undir aftur fimleikavenjingina.

 - Har eg mest venji kroppsliga styrki og konditión, og so fari eg at byrja at venja ordiligt aftur seinni, sigur Mia Højgaard.

Hon ætlar sær at kappast í Føroyum í ár, og í 2027 standa føroysku oyggjaleikirnir ovarlaga á breddanum. 

 - Tað er í Føroyum, so tú følir onkursvegna, at tú mást fara við. Tað at føoyingar stuðla allastaðni, og tú kennir teg heima, hevði verið ræðuliga skeg, men so fái eg at síggja, hvat eg klári.

Hetta innslagið var við í Ítróttafagnaðinum 2025. Sí sendingina her: 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211834
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Hósdag 13. august
RagnarRokk: Richie Faulkner um Evolution
209866
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659

Meira um sama evni