- Okkara harða arbeiði seinastu árini hevur lønt seg

- Okkara harða arbeiði seinastu árini hevur lønt seg
Mia Højgaard gjørdi eitt ordans hál við seks sigrum, men eisini hinar á føroyska fimleikaliðnum hava klárað seg væl.
18.07.2025 - 18:05

Venjarin hjá fimleikakvinnunum stríðist við at halda gleðistárunum aftur eftir seinastu fimleikakappingina á oyggjaleikunum. Eisini í henni vunnu Føroyar gull. Tað var Marin Danielsen, sum hevði bestu framførðsluna á gólvinum, sum tryggjaði Føroyum gullið, og beint í hølunum á henni var Mia Højgaard, sum gjørdist nummar tvey. 

- Eg eri so glað fyri, at ta gekk so væl hjá mær á gólvinum, sigur Marin Danielsen. 

Venjarin hjá føroyska kvinnuliðnum, Camelia Michaela Mindricel, hevur bara gott at bera ungu kvinnunum. 

- Eg eri so stolt av teimum, og eg haldi, at alt okkara arbeiði seinastu árini hevur víst seg her. Ein av mínum uppgávum var at syrgja fyri, at Føroyar kundu síggjast millum tey bestu í heiminum. Fantastiskur ítróttur, fantastisk fólk, sum eg havi funnið í Føroyum. Tær hava vón um at vinna, og eg eri so stolt av lítlu oyggjunum, og at tær hava megnað hetta.

Føroyar hava vunnið oyggjaleikirnar í 2025, og tað er ikki minst fimleikinum at takka. Tey bæði fimleikaliðini vunnu heili 15 gull, átta silvur og seks bronsur. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595