84 ára gamal útróðrarbátur nýggjan eigara

84 ára gamal útróðrarbátur nýggjan eigara
Heri Vang gongur í fótasporunum hjá pápanum, og hevur keypt 84 ára gamla útróðrarbátin frá pápanum. Báturin eitur nú Vónarljós
Fotografur: Brian Samson
10.02.2026 - 19:24

Gamli útróðrarbáturin, sum vanliga er kendur sum Norðsøki, hevur nú fingið nýggjan eigara og nýtt navn.

Heri Vang gongur í fótasporunum hjá pápanum, og hevur nú keypt bátin frá honum. Útróðrarbáturin, sum nú eitur Vónarljós, heldur fram á sama hátt, sigur Heri Vang, eigari.

- Tað er kanska ein natúrligur partur av tí, at eg nú taki yvir, sigur nýggi eigarin.

Í 2014 keypti Eyðólvur Vang bátin, sum tá æt Norðsøki, men gamli útróðrarbaturin hevur fleiri ár á baki.

Hann var bygdur í 1942 í Holbæk í Danmark. Sostatt er hann elsti vinnuligi útróðrarbáturin í flotanum.

- Hetta er tann einasti báturin av sínum slag, sum er eftir, sigur Eyðólvur Vang, fyrrverandi eigari.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086