Guðstænastur í sjónvarpi

Guðstænasta úr Dals kirkju
15-03-2026
- Havstein Klein, prestur, prædikar

Hátíðarguðstænasta úr Dals kirkju.

Jóanes N. Johannesen, deknur, og Sjúrður Nolsøe, klokkari, vórðu heiðraðir fyri fimti ára trúfasta tænastu. Teir fingu Den Kongelige Fortjenestmedalje, ið Jógvan Fríðriksson, biskupur, handaði teimum. Kirkjuráðið við Helgu Hilmarsdóttir forkvinnu á odda handaði teimum gávu sum tøkk fyri trúgva tænastu.
Anfinn Johannesen hevur eisini verið deknur í yvir 50 ár. Hann hevur áður fingið medalju fyri sítt trúgva arbeiði hjá Landsverki.


Prestar vóru Jákup Reinert Hansen og Havstein Klein. Tað var Havstein, ið prædikaði.

Sandoyarkórið undir leiðslu av Susanne Brattaberg sang. Møðgurnar Gunna og Signhild Johannesen spældu klarinett.

Sálmarnir, ið sungnir vórðu fyri prædiku:
nr. 328 Hesin er dagurin Guð hevur sett
nr. 69 Jesus kom og ver hjá mær
nr. 332 Títt orð er, Guð, várt arvagóðs
og eftir prædiku
"Sálin roðan sendir", ið Jónleif Johannesen yrkti til hátíðarhaldið, tá ið Dals kirkja fylti 50 ár
nr. 43 Tín miskunn o Guð er sum himinin há
Sjónvarpsframleiðari er Jóhannes Berthelsen og ljóðtøkningur í kirkjuni var Høgni Reinert Hansen

Guðstænastur í sjónvarpi

Sjónvarpið sendir møti og guðstænastur frá ymsum samkomum í Føroyum hvønn sunnudag klokkan 16:00.

- Havstein Klein, prestur, prædikar
15-03-2026
Steintóra Gleðisheygg Joensen, prestur, prædikar.
15-02-2026
Maria Jørðdal Niclasen verður skipað í embætið sum dómpróstur.
25-01-2026
- Gerhard Jónsson Mikkelsen, prestur, prædikar
11-01-2026
- Maria Jørðdal Niclasen, prestur, prædikar
26-12-2025
Jóladagur 2025
25-12-2025
Fráfaringargudstænasta Una Næs, dómpróst.
14-12-2025
- Steintóra Gleðisheygg Joensen, prestur, og Jógvan Fríðriksson, bispur, prædika
30-11-2025