Jarnbrúdleyp á Ellisheiminum

Jarnbrúdleyp á Ellisheiminum
Niclas og Anna hava verið gift í 70 ár í dag og sita framvegis lið um lið. Álit og kærleiki er neyðugur fyri at liva í góðum og longum hjúnalagi, siga tey
26.05.2026 - 19:27

Álit og kærleiki er neyðugur fyri at liva í góðum og longum hjúnalagi, eru ráðini hjá Niclasi og Annu.

Niclas Akraberg Poulsen er ættaður úr Akrabergi og Anna Poulsen (Sundberg) úr Porkeri. Tey eru 92 og 91 ára gomul og uppvaksin i Suðuroy, men hava búð norðanfyri øll árini, tá Niclas arbeiddi sum løgreglumaður og politiinspektørur.

Fyri aldarskifti fluttu tey til Porkeris, men fyri nøkrum árum síðani fluttu tey aftur til Havnar fyri at vera nærri børnunum á ellisárum.

Anna fór fyrst ellisheim og um Niclas skuldi fylgja við, hevði ein eina treyt. Hann vildi á sama heim.

Tey møttust fyri fyrstu ferð á ungum árum og sjálvur brúdleypsdagurin í 1956 var minnisríkur bæði so og so.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025