Kirkjubøur eigur at skipast betur

Kirkjubøur eigur at skipast betur
Stjórin á Tjóðsavninum heldur ikki, at økið kring fornminnini í Kirkjubø eru skipað nóg væl. Hann vil hava politisku skipanina at taka støðu.
23.06.2026 - 20:04

Tjóðsavnið varðar av øllum fornminnum i Føroyum. Tað sigur Herleif Hammer, stjóri í Tjóðsavninum. Hann sigur víðari, at harímillum eru fornminni í Kirkjubø nógv tey størstu, vit hava.

Fríggjadagin kom fram í Degi og viku, at tað nú kostar pengar at vitja garðin í Kirkjubø.

Stjórin í Tjóðsavninum vísir á, at tað er landið, sum varðveitir og heldur fornminnini í Kirkjubø.

- Vit hava havt eina stóra uppgávu tey síðstu 15 árini, kanska 20 árini, at gjørt Múrin í stand. Hann var í ringum standi ein yvirgang, men hann er nú umvældur, tað hevur landið raðfest.

- Tað, sum vit gera nú, tað er at halda Múrin, at halda fornminnini í Kirkjubø. Vit halda viðlíka, og vit verja, og vit skipa økið, vit miðla økið og skipa ferðsluna rundan um múrin og fornminnini sum eru har. Og soleiðis verða tey varðveitt.

Roynt at skipa økið
Onkur roynd hevur verið at skipa økið. Í 2024 var ein ætlan frammi, og eftir henni skuldi gamla fjósið umbyggjast til savn við matstovu og øðrum. Har skuldu eisini Kirkjubøstólarnir standa til framsýningar. Danski grunnurin Realdania By og Byg hevði játtað pengar til ætlanina.

Tíverri datt tann verkætlanin niðurfyri, sigur Herleif Hammer. Men hann heldur tó, at tað ber til at skipa økið kring fornminnini í Kirkjubø.

- Tað er kanska eitt sindur ógreitt, hvør kann gera hvat, og hvør hevur ábyrgdina av hvørjum. Vit hava ábyrgdina av, at fornminnini verða vard, og at tey halda sær frameftir, og at miðla tey til Føroya fólk og til onnur. Men júst, hvør kann taka pengar fyri hvat, og hevur Føroya fólk rætt til at ganga har ella ikki, og so víðari, tað eru nøkur viðurskifti, sum politiska skipanin og løgfrøðin má taka upp. Tað hava vit sum so einki við at gera. Vit royna bara at fáa viðurskiftini at virka rundan um fornminni, so tey hava tað gott, og so tey kunnu upplivast av okkara fólki.

Sí innslag úr Degi og viku og orðaskifti við gesti.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595