Klædnaatstøði viðurkent

Klædnaatstøði viðurkent
Yrkisnámsútbúgvingin klædnaatstøði á Glasi er nú viðurkent at geva atgongd til donsku útbúgvingina klædnahandverkari.
03.07.2026 - 19:22

Næmingarnir á klædnaatstøði á Glasir hava klipt, strokið og seymað hóast framtíðin hjá teimum í yrkinum ikki hevur verið snórabein. 
Men nú er staðfest, at hevur tú prógv frá Glasi, so verða eitt ár og tveir mánaðir kliptir av lestrartíðini til klædnaHANDVERKARA. Og okkurt bendir á, at eldhugurin hjá næmingunum á klædnaatstøði er lagdur til merkis, tí nú ætlar Mentamálaráðið at seta útbúgving til klædnaHANDVERKARA á stovn, sum føroyska yrkisútbúgving við skúlagongd í Danmark. 
Klædnaatstøði hevur annars hingið í leysum lofti seinasta árið. Fyrst ætlaði táverandi landsstýrismaðurin í Mentamálum, Djóni Nolsøe Joensen, at taka útbúgvingina av og síðan kom tað fram, at útbúgvingin gav ikki atgongd til víðari lesnað. 
Men nú tykjast forðingarnar at vera sópaðar av borðinum. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040