- Tíðindi, mentan og ítróttur
Norskur granskari: Avbjóðing um Føroyar missa MSC-góðkenning
Norskur granskari: Avbjóðing um Føroyar missa MSC-góðkenning
Toskur, sum er MSC-merktur, fær betri prís á marknaðinum enn toskur, sum ikki hevur hetta merkið
Frank Asche, granskari
19.08.2026 - 08:56
Tað verður ein avbjóðing, um Føroyar missa MSC-góðkenningina av fiskavørum.
Tað sigur norski granskarin, Frank Asche, sum hevur granskað prísmunin og marknaðaratgongdina, sum lítla MSC-merkið hevur við sær fyri norska fiskivinnu.
Toskur, sum er MSC-merktur, fær betri prís á marknaðinum enn toskur, sum ikki hevur hetta merkið.
Tað vísir ein kanning av prísinum fyri norskan tosk í eitt átta ára tíðarskeið. Prísmunurin sæst týðiliga í norður- og vesturevropa, men MSC-góðkenningin hevur ongan týdning hevur fyri prísin í eysturevropa.
Sí innslag í Degi og viku.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV

























