Flotin er ótryggur uttan vaktarskip

Flotin er ótryggur uttan vaktarskip
Tað líkist ongum, at vit ikki hava eitt nøktandi vaktarskip í flotanum, siga formenninir í Føroya Fiskimannafelagi og Maskinmeistarafelagnum.
25.08.2026 - 19:22

- Uttan verju- og vaktarskip er flotin ikki nóg tryggur.

Tað er tað stutta av tí langa, sigur Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag.

Tí vit eiga tvey vaktarskip, men í løtuni liggja bæði.

Meðan 50 ára gamla Tjaldrið liggur við motorskaða, er Brimil farin til umvælingar.

Hetta er ein støða, sum ikki átti at komið fyri, spyrt tú Arnfinn Bech, formann í Maskinmeistarafelagnum.

- Ár aftaná ár hevur politiska skipanin fingið at vita, at skipini eru gomul og niðurslitin, og treingja til at blíva skift út, men enn er einki hent.

 

Kann hava álvarsamar avleiðingar

Og heldur hetta fram kann tað enda galið.

Tí sjálvt á hásumri kann tað hava vanlukkuligar avleiðingar, um nøktandi hjálp ikki fæst, sigur Jan Højgaard. 

- Tað kann taka sekundir, so er eitt skip sokkið, skuldi ein hættislig støða komið fyri.

Sambært Bárði á Steig Nielsen, landsstýrismanni, kunnu vit í ringasta føri líta á Jákup Sverra, skipið hjá Havstovuni, ella skip hjá donsku verjuni.

 

Ikki ein varandi loysn

Hetta kunnu vit ikki bjóða teimum, ið arbeiða á sjónum, sigur Jan Højgaard úr Fiskimannafelagnum.

Báðir formenninir eru samdir um, at eitt nýtt skip má byggjast, og hetta eigur at vera raðfest á komandi fíggjarlóg.

Og um hetta ikki verður raðfest, eru boðini frá Jan Højgaard greið:

- Tað er ein skomm fyri føroyingar ikki at hava eitt vaktarskip.
 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655