Stovnað egna deild at viðlíkahalda vindmyllur

Stovnað egna deild at viðlíkahalda vindmyllur
Vindfelagið í Húsahaga fer ikki longur at keypa seg til viðlíkahald av vindmyllunum frá einum undiirveitara. Frameftir skal SEV hava viðlíkahaldið
25.08.2026 - 19:25

Trupulleikar hava verið við vindmyllunum hjá Vindfelagnum í Húsahaga í eina tíð. Nú hevur SEV stovnað eitt vindmyllutoymi at taka sær av viðlíkahaldinum, heldur enn at líta á ein undirveitara til uppgávuna

Heri Mortensen, deildarstjóri á framleiðslan hjá SEV, sigur við Kringvarpið, at viðlíkahaldið hevur ligið hjá veitaranum í tíggju ár. Men veitarin hevur sagt frá, at hann ikki hevði møguleika at leingja sáttmálan sum ætlað. Eftir ársskiftið 2024/25 fóru vindmyllurnar stigvíst at steðga, og eingin var at taka sær av teimum.

Tí var neyðugt at finna ein nýggjan leist. Tíðliga í 2026 er ein nýggjur leistur funnin. Nýggi leisturin er, at SEV hevur stovnað eitt nýtt vindmyllutoymi at taka sær av viðlíkahaldinum av vindmyllunum hjá Vindfelagnum í Húsahaga.

Tvær vindmyllur eru ikki til at bjarga
Í eina tíð hava vit hoyrt um, at júst hesar vindmyllurnar hava virka illa. Men Heri Mortensen er bjartskygdur.

- Tvær av myllunum standa helst ikki til at bjarga, so 11 myllur eru eftir, sum vit fara at royna at vita, um vit kunnu fáa at rigga. Nýggja toymið hjá okkum arbeiðir upp á tað.

Um málsetningin sigur Heri Mortensen, at um meiri enn helvtin av vindmyllunum kunnu vera í drift nøkur ár fram, so er tað gott.

- Hetta er ikki rakettvísindi, tað kann lærast. Framleiðslan hjá SEV hevur 100 framleiðslueindir, og vitg reka 75 av teimum sjálv við okkara maskinmeistarum og elektrikarum. Hetta eru tríggir menn, sum higartil eru settir á hetta, og teir dríva á.

 

Sí innslag úr Degi og viku.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025