Gátufullur fuglur í Mykinesi

Gátufullur fuglur í Mykinesi
Vit vita lítið um hann, og bert heilt fá hava nakrantíð sæð hann, men nú skal Tjóðsavnið savna meiri vitan um tann gátufulla Sýlda drunnhvítan
27.08.2026 - 19:23

Hann er bara virkin á landi um náttina, og tí eru tað bert heilt fá, sum nakrantíð hava sæð hann.

Sýldur drunnhvíti er ein serstakliga gátufullur fuglur, sum einans reiðrast í Mykinesi, tá hann er í Føroyum um summarið.

Tí er Tjóðsavnið, saman við Umhvørvisstovuni, farið í holt við at kanna fuglin, sum part av eini størri verkætlan hjá norðmonnum.

 

Kanna stovnin

Sýldur drunnhvíti heldur til ymsastaðni í Atlantshavinum og Kyrrahavinum.

Og í Føroyum verður mett, at bert eini fimtanhundrað fuglar av hesum slagi, finnast, sigur Jón Aldará, lívfrøðingur í Tjóðsavninum.

Í síni heild er Sýldi drunnhvítin eitt heldur viðbreki fuglaslag, sum er afturfarandi, sum nógvur sjófuglur er. Men júst, hvussu standurin er í Føroyum, er enn óvist.

 

Ferðast til Suðurafrika

Longu nú siga tey fyrstu úrslitini, at Sýldi drunnhvítin fer heilt til Suðurafrika um veturin, tá hann ferðast longst. 

Men hóast vit nú vita so mikið, er nógv tó eftir at kanna, spyrt tú Jón Aldará.

- Vit vita til dømis ikki at siga nakað ítøkiligt um støddina á stovninum, um kynini ferðast á ymiskan hátt, ella um hann finst aðrastaðni í Føroyum enn í Mykinesi, og tað kundi verið áhugavert at fingið svarað.

 

 

 

 

 

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655