Steypafinalan: - Aftur var Klaksvík best

Steypafinalan: - Aftur var Klaksvík best
- Kríggj ímillum Klaksvík og Havnina, og aftur var Klaksvík best, segði KÍ-liðskiparin Sanna Svardal, meðan HB-liðskiparin var hørm um seinu bráðvendina á Tórsvølli
Jóhanna Thomsen/FSF
21.09.2026 - 21:01

KÍ-spælararnir vóru sum vera man ovurfegnir eftir seinu bráðvendina í steypafinaluni á Tórsvølli, meðan HB-liðskiparin var sera vónbrotin eftir tapið.

- Kríggj ímillum Klaksvík og Havnina, og aftur var Klaksvík best, segði KÍ-liðskiparin Sanna Svarvadal, meðan HB-liðskiparin Fríða Jakobsen var sera hørm um, at HB misti gullið á stokkinum.

 - Tað er øgiliga tungt. Tú ímyndar tær, at tað er títt egna lið, sum stendur har uppi og lyftir steypið. So hetta er ein ekstremt súr kensla, og mátin vit tapa dystin upp á kundi næstan ikki verið verri, segði hon.

 

Vendu øllum í yvirtíðini

Lea Lisberg legði HB framum tíðliga, Birita Mohr javnaði miðskeiðis í fyrra hálvleiki og Julia Naomi Mortensen var trygg úr 11 metrum fyri HB, tá 66 minuttir vóru farnir. 

HB hevði enntá ein risa tvíkjans at økja til 3-1 níggju minuttir fyri leiklok, men Silja Ragnarsdóttir Trier rakti á tvørtræið og niður í tvøran, og Brá Zachariasardóttir fekk ikki beint leysa bóltin í netið.

Í staðin revsaði KÍ HB í yivrtíðini. Fyrst javnaði Birita Ryan, og í 96. minutti sendi Durita Hummeland eitt gott langskot í málið.

 - Tað sá eitt sindur tungt út, tá klokkan gekk ímóti teimum 90, og vit vóru aftanfyri 2-1, og so skora Birita og vit hugsa, at vit mugu taka tað í longdu leiktíðini, og so fái eg bóltin har úti og hugsi "eg prøvi bara", og tað gekk hesa ferð, tíbetur, segði Durita Hummeland.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846