Ítróttarbarnagarður í Vestmanna

Ítróttarbarnagarður í Vestmanna
Í Vestmanna er einasti ítróttarbarnagarður í Føroyum, har rørsla verður flættað inn í spæl og virksemi hjá børnunum gjøgnum dagin.
21.09.2026 - 19:25

Í Vestmanna er rørsla ein fastur partur av gerandisdegnum hjá børnunum. Dagstovna- og frítíðarskúlavirksemið í kommununi er sertifiserað av danska ítróttarsambandinum DIF og er tað einasta av sínum slag í Føroyum.

Endamálið er at fáa børnini at røra seg meira og samstundis geva teimum góðar upplivingar við rørslu.

Talan er tó ikki um, at børnini skulu venja ávísar ítróttargreinar. Rørsla verður heldur flættað inn í spæl og annað virksemi gjøgnum dagin. Á tann hátt verður rørsla ein natúrligur partur av gerandisdegnum hjá børnunum.

Morten Hust Petersen leiðir dagstovna- og frítíðarskúlavirksemið í Vestmanna.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Dansival 11 nov 2026
216272
Mikudag 11. november
Vágskálin: Millum veruleika og óveruleika
215895
Mikudag 11. november
Skratsj 11. novembur 2026
216266
Mikudag 11. november
Mono - 90'ini undir lupp (2:4)
216264
Mikudag 11. november
Eg kendi meg sum greinina
216035
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Mikudag 11. november
Møti
216273
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154