- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tinglimir tiknir á bóli um Gøtudalstunnilin
Tinglimir tiknir á bóli um Gøtudalstunnilin
Fleiri tinglimir vórðu tiknir á bóli í dag, tá tað kom fram, at tað er upp á tal at broyta linjuføringina av einum møguligum Gøtudalstunli

Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
11.11.2026 - 19:05
Ein spurningur um raðfesting av tunlum fekk eina óvæntaða vend, tá munnligir fyrispurningar vóru á skránni í Løgtinginum í dag.
Ætla landsstýrismaðurin og samgongan, at Gøtudalstunnilin verður gjørdur áðrenn ein møguligur Vestmannatunnil?
Tað vildi Jóhan Christiansen hava at vita frá Jacobi Vestergaard, tá munnligir fyrispurningar vóru á skránni í Løgtinginum í dag.
Men í staðin vórðu spyrjarin eins væl og aðrir tinglimir tiknir á bóli, tá landsstýrismaðurin fór at tosa um eina heilt nýggja linjuføring fyri Gøtudalstunnilin.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum
1843463
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV




























