Helmingurin vandi á vøllinum – Aron lendur í Moldova

Helmingurin vandi á vøllinum – Aron lendur í Moldova
Bara helmingurin av spælarunum vóru á venjingarvøllinum, tá landsliðið vandi í dag. Aron Benjaminsen er lendur í Chisinau og er nú partur av hópinum
Hans Erik Danielsen/FSF
Mynd: Eyðun Klakstein og Atli Gregersen til venjingarlegu
27.09.2026 - 19:07

Føroyska manslandsliðið hevur í kvøld havt sína fyrru venjing í Moldova undan Nations League-landsdystinum í morgin. Bara helmingurin av spælarunum vóru til venjingina. Tað vóru teir, sum ikki byrjaðu inni móti Kasakstan í gjár.

- Teir eru á gistingarhúsinum og venja saman við Magna Mohr. Teir lyfta tungar vektir, sum er gott fyri kroppin eftir dyst, sigur Atli Gregersen, hjálparvenjari hjá manslandsliðnum.

Hinir vandu á einum grasvølli, sum liggur heilt tætt við leikvøllin hjá Moldova. Adrian Justinussen, Jann Benjaminsen og hinir vandu við fullari ferð ferð. Tað bleiv skotið upp á mál, spælt verja móti álopi og spælt dyst.

Upprunaliga skuldi Aron Benjaminsen venja við í dag, men órógv í flogferðsluni gjørdi, at 18 ára gamli vongurin ikki náddi flogfarið til Moldova. Hann hevur tí flogið úr Íslandi til Moldova í dag. Hann er nú komin vegin fram, men náddi ikki at venja við.

- Tær nýst bara at hava sæð Aron spælt í fimm minuttir fyri at skilja, hví vit taka hann við. Hann hevur nakrar eginleikar, sum vit ikki hava í hópinum, men tað var gott, at hann náddi at avgera ein dyst fyri U21-landsliðið fyrst. Tað er fyrstu ferð, at hann byrjar inni hjá teimum, sigur Atli Gregersen.

Føroyar spæla týsdagin klokkan 17 móti Moldova. Sjónvarpið vísur dystin og byrjar at senda klokkan 16.30.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891