Jóannes: Tað er á heimavølli stigini skulu koma

Jóannes: Tað er á heimavølli stigini skulu koma
Slovakia er eitt sera gott fótbóltslið við tekniskt góðum spælarum, men Jóannes Kalsø Danielsen vísir á, at Føroyar hava gjørt tað fyrr, og kunnu gera tað aftur
01.10.2026 - 18:25

Jóannes Kalsø Danielsen er greiður yvir, at gestirnir á Tórsvølli í annaðkvøld eru sterkir.

Slovakia hevur vunnið báðar sínar dystir í Nations League higartil og spælir góðan, tekniskan álopsfótbólt. Vongbakkurin vísir kortini á, at føroysku menninir hava góð heimavallarhagtøl.

 - Vit seta nøsina upp eftir at fáa trý stig hendan dystin. Tað verður ikki lætt, men vit gjørdu tað ímóti Kekkia og Montenegro í fjør, so vit hava gott mót, segði verjuspælarin, sum helst kemur inn aftur fyri Jann Benjaminsen í høgru síðu.

Júst tað, at skiftast um at spæla, mugu allir venja seg við, heldur Jóannes Kalsø Danielsen, tí dystirnir eru so nógvir, og hópurin er javnt sterkur.

 - Av tí, at vit eisini hava broytt eitt sindur frá dysti til dyst, trúgvi eg, at vit ordiliga klára at geva okkum 100 prosent á Tórsvølli nú aftur, segði Jóannes Kalsø Danielsen undan seinnapartsvenjingini í dag.

Dysturin, sum er hin triðji í Nations League higartil, er í annaðkvøld kl. 19.45. Kringvarpið byrjar at senda eftir Dag og Viku.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595