
Frítekst tagging:
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eitt "kongaavrik". So væl nøgdur var venjarin Eyðun Klakstein, eftir at Føroyar høvdu spælt javnleik ímóti Slovakia í Nations League.
Serliga væl nøgdur var hann við langu løtuna áðrenn útjavnandi málið, tá heimaliðið sat á spælinum og skapti fleiri málmøguleikar.
- Handan løtan í seinna hálvleiki, tá vit ordiliga fóru eftir teimum, var faktiskt imponerandi. Tað er kanska besta løtan, vit hava havt, tá vit hugsa um mótstøðuna, segði Eyðun Klakstein.
Føroyar spældu seg eisini til fleiri góðar kjansir fyri steðgin, har millum annað Petur Knudsen var nær við at skora til 1-0, men sjey minuttir fyri hálvleik løgdu slovakar seg á odda við einum sjálvmáli eftir flatt innlegg úr høgru síðu.
Áki og Adrian seta eld í
Eftir nakrar eitt sindur lakar minuttir í seinna hálvleiki, sendi venjarin Áka Samuelsen og Adrian Justinussen á vøllin, og teir settu eld í.
Hanus Sørensen var óheppin, tá málverjin fekk fingrarnar eitt framúr gott skot, sum tískil brast í handaru stongina, men lítla løtu seinni datt bólturin fyri føturnar á Adriani Justinussen, sum endiliga fekk sítt fyrsta mál í einum dysti, sum taldi.
- Vit eru øgiliga nøgdir við avrikið. Javnleikur er eitt fínt úrslit, men vit vóru nær við at skora bæði eitt og tvey afturat, segði Eyðun Klakstein.
- Deiligt at Adrian fær hol á. Tað hevði eg roknað við í hesum landsliðsvindeyganum, og tað kom nú.
Nú gongur leiðin langa vegin eystur til Kasakstan, har fjórði dysturin í Nations League er á skránni.