Sultanurin av Oman seinkar landsliðsvenjingini

Sultanurin av Oman seinkar landsliðsvenjingini
Bussurin hjá meginpartinum av føroyska landsliðsspælarunum er seinkaður til Astana Arena, tí sultanurin av Oman er á vitjan í Kasakstan, og ferðslan er steðga upp
05.10.2026 - 15:51

Venjingin hjá føroysku fótbóltsmonnunum á Astana Arena er seinkað, tí bussurin, sum skal koyra meginpartin av spælarunum til leikvøllin, er fastur í ferðsluni.

Grundin er, at sultanurin av Oman er á almennari vitjan í Kasakstan, og tí er ferðslutøppur í Kasakstanska høvuðsstaðnum.

 - Onkrir vegir eru stongdir, og bussførarin stríðist við at finna stadion, men vit hopa, at tað fer at verða hvørja løtu, segði Eyðun Klakstein, sum saman við Jóannesi Bjartalíð, Poul Kallsberg og Samuel Chukwudi vóru møttir frammanundan til tíðindafund.

Føroyski venjarin vildi ikki lata seg ørkymla, og vónaði, at teir fóru at finna eina loysn skjótast gjørligt.

Føroyar spæla fjórða og seinasta Nations League-dystin í hesum umfarinum ímóti Kasakstan í morgin klokkan 15.00. Kringvarpið byrjar at senda hálvan tíma fyri dystarbyrjan.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Eg kendi meg sum greinina
216035
Mikudag 11. november
Eitt stjørnuskot so vakurt
216071
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096