Samuel úr Finnlandi til Eysturríki: - Eitt stórt fet upp

Samuel úr Finnlandi til Eysturríki: - Eitt stórt fet upp
Samuel Chukwudi fór úr finskum fótbólti til SV Ried í Eysturríki í summar, og gjørdist fyrsti føroyingurin, sum hevur spælt har. - Eitt stórt fet upp, sigur verjuspælarin
05.10.2026 - 16:34

Føroyar og Eysturríki fara altíð at hanga óloysiliga saman; í hvussu er fótbóltsliga.

Grundina munnu tey flestu kenna, men nú er eitt nýtt fótbóltssamband komið í lag ímillum londini bæði, tí í summar skifti Samuel Chukwudi úr finskum fótbólti til SV Ried í bestu deildini í Eysturríki.

Hann er fyrsti føroyingurin, sum hevur spælt har.

 - Tað er eitt gott skifti. Eitt ordiligt step-up frá finskum fótbólti. Tað er nógv ferð á spælinum í Eysturríki, spælararnir eru væl fyri fysiskt og tekniskt, og har eru nøkur góð lið, sum javnan spæla í evropeisku kappingunum, sigur Samuel Chukwudi.

SV Ried flutti upp fyri tveimum árum síðan, og í fjør endaði felagið nummar sjey av 12 liðum. Í ár er málið at enda í topp-seks, men júst nú ræður um, at tryggja Føroyum sín fyrsta sigur í Nations League-kappingini eftir tríggjar javnleikir á rað. Andrias Edmundsson er leikbannaður, og tí bendir nógv á, at Samuel Chukwudi kemur inn í verjuna í staðin.

 - Vit vóru seks miðverjar við, og allir kundu byrja inni, so tað er hørð kapping, men tað dámar mær væl, og eg vóni at byrja inni, sigur fyrrverandi HB-verjuspælarin.

Í Eysturríki hava tey framvegis ikki gloymt lemjandi ósigurin fyri Føroyum, sjálvt um 36 ár eru liðin, síðan Torkil Nielsen skoraði í Landskrona.

 - Tey minnast tað faktiskt. Eg haldi, at tað var fyrsti dagurin har, tá ein kom yvir til mín og segði, "at tað var ein skandala fyri Eysturríki", og tað hava eg hoyrt nakrar ferðir síðan, sigur Samuel Chukwudi.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Vágskálin: Millum veruleika og óveruleika
215895
Mikudag 11. november
Skratsj 11. novembur 2026
216266
Mikudag 11. november
Mono - 90'ini undir lupp (2:4)
216264
Mikudag 11. november
Eg kendi meg sum greinina
216035
Mikudag 11. november
Eitt stjørnuskot so vakurt
216071
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096