Venjarin: - Hetta var dagurin vit skuldu havt tikið trý stig

Venjarin: - Hetta var dagurin vit skuldu havt tikið trý stig
Eyðun Klakstein iðraði seg um reyða kortið og mistu leiðsluna í javnleikinum ímóti Kasakstan, tí Petur Knudsen og Géza Dávid Turi sóu út til at hava givið Føroyum sigurin
06.10.2026 - 17:34

 - Hetta var dagurin, vit skuldu havt tikið trý stig.

Tað segði Eyðun Klakstein eftir 2-2 javnleikin ímóti Kasakstan á Astana-leikvøllinum seinnapartin, og neyvan man nakar hava verið ósamdur heima í føroysku stovunum.

Petur Knudsen skallaði Føroyar framum fyri steðgin, og í seinna hálvleiki økti Géza Dávid Turi um leiðsluna við undurskoti úr stórari frástøðu.

Men beint eftir fekk Martin Agnarsson sítt seinna gula kort, og við 10 monnum fór føroyska liðið í upploysn eina løtu, og heimaliðið skoraði tvær ferðir. 

 - Vit eru á sigurskós. Heilt greitt, nógv betri, til vit missa ein mann. So kemur ófriður á liðið, og teir livna uppaftur ordiliga eina løtu og skora tvey mál. Tað haldi eg ikki var neyðugt, at teir gjørdu, segði Eyðun Klakstein.

Heimaliðið fekk eisini eitt reytt kort til endans, og Føroyar vildu hava brotsspark og høvdu ein stóran kjans eftir skjótt mótálop, men tað endaði við fjórða javnleikinum upp í slag.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Fótbóltur: Kasakstan - Føroyar
214384
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342