- Tíðindi, mentan og ítróttur
Géza: - Eg visti hann var farin inn
Géza Dávid Turi skeyt fyri kortum eitt frálíkt langskotsmál fyri Grimsby Town, sum fór um allar geilar á alnetinum. Seinnapartin skoraði hon eitt upp aftur betri langskot, tá miðvallarin økti til 2-0 fyri Føroyar ímóti Kasakstan.
- Tá eg rakti hann, sá eg beinanvegin, at hann var farin inn, segði Géza Dávid Turi eftir dystin.
Hann kundi kortini ikki fullgleðast um málið, tí beint eftir fekk Martin Agnarsson sítt seinna gula kort og varð sendur av vølli.
Kasakar ressaðust og skutu tvey mál upp á stutta tíð, og so endaði dysturin við súsrum javnleiki heldur enn føroyskum sigri.
- Men vit mugu bara halda høvdið uppi til komandi uppgávur, segði Grimsby-miðvallarin.


























