Nations League: Nú skal røkka ella støkka

Nations League: Nú skal røkka ella støkka
Málið er í minsta lagi at enda á øðrum plássi, sum gevur spennandi uppflytingardyst næsta ár, sigur Eyðun Klakstein undan dystunum ímóti Slovakia og Moldova
03.11.2026 - 13:22

Bert smávegis broytingar vóru í manslandsliðshópinum, sum Eyðun Klakstein kunngjørdi maándagin, nú tveir teir seinastu dystirnir í Nations League nærkast.

Fyrst tekur Slovakia ímóti Føroyum í Kosice, áðrenn Moldova vitjar á Tórsvølli tríggjar dagar seinni.

Júst dysturin ímóti Moldova kann skjótt gerast ein uppgerð um annað plássið í bólkinum aftanfyri Slovakia; eitt annað pláss, sum gevur spennandi røkkstøkk-uppflytingardystir til B-deildina í Nations League.

 - Tað er minsta málið hjá okkum nú. At vit í hesum báðum dystunum fara eftir avrikunum og úrslitunum, sum gera tað, at vit í minsta lagi kunnu gerast nummar tvey og fáa hesar playoff-dystirnar, segði Eyðun Klakstein.

Føroyar og Moldova hava bæði fýra stig í part. Slovakia hevur 10 stig, og Kasakstan hevur tvey stig.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Fríggjadag 6. november
RagnarRokk: Fernando Ribeiro um Far From God
215799
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890