- Tíðindi, mentan og ítróttur
Óli Mittún: Gásarhold við Tjarnir
Óli Mittún vildi flyta stórspælið úr reyðu og gulu GOG-troyggjuni og yvir á landsliðið, og tað gjørdi bóltkringi úrmælingurin í ólukkumát, tá Føroyar bukaðu Kosovo við Tjarnir.
Bakkurin stóð fyri tí mesta av tí besta í føroyska álopsspælinum, og vóru liðfelagarnir eitt sindur hvassari frammanfyri málinum, vunnu Føroyar við nógv meir ein teimum sjey málunum í 37-30 sigrinum á heimavøllinum.
Avrikið hevur ivaleyst givið føroysku fjøldini gásarhold, og Óli Mittún viðgekk eisini, at tað er stuttligt at fara flúgvandi ígjøgnum mótstøðuverjuna og senda bóltin í hornið.
- Tað er fantastiskt, tað má mann siga. At gera slíkt á heimavølli og renna heim (í verjuna, red.). Tá fært tú eitt sindur av gásarholdi, segði Óli Mittún eftir dystin.
Bakspælarin skoraði átta mál upp á átta royndir og legði upp til níggju afturat, og sama hvat mótstøðumenninir royndu, fingu teir ikki steðga unga hoyvíkinginum.
- Vit spæla øgiliga væl teir fyrstu 45 minuttirnar, men so slakka vit kanska í so nógv av síðsta korterið. Vit koma til fínar kjansir, men vit brenna bara for nógv, segði Óli Mittún, sum hevur góðar vónir til útidystin ímóti Montenegro sunnudagin.

























