- Tíðindi, mentan og ítróttur
Jóannes: Vit kunnu skapa stór úrslit
Nógv er farið afturum, síðan KÍ spældi seg víðari í Champions League-fótbólti við 3-0 sigri uttan dyst á Slovan Bratislava orsakað av positivum koronuroyndum í slovakiska hópinum.
Tá var Jóannes Kalsø Danielsen við. Tað var hann eisini, tá KÍ tapti báðar dystirnar í Conference League-bólkaspælinum á heysti í 2023. Ta ferðina var Vladimir Weiss venjari hjá slovakiska stórfelagnum. Nú er hann landsliðsvenjari, og er aftur mótstøðumaður hjá Jóannesi Kalsø Danielsen.
Og KÍ-bakkurin vil aftur hesa ferð geva slovakum skarpan gang. Teir vilja fegnir tryggja sær fyrsta plássi í annaðkvøld, og Føroyar skulu gera sær dælt av møguligum hugmóði í slovakisku leguni, heldur vongbakkurin.
- Fokusið hjá teimum er, at teir skulu hava hetta yvirstaðið í morgin, og so kunnu teir spara eitt sindur til seinna dystin. So eg haldi, at vit skulu fara út og útnytta tað eitt sindur, sigur Jóannes Kalsø Danielsen og leggur afturat, at slovakar mugu vera onkrar av sínum góðu spælarunum fyri uttan.
LES EISINI: Vit gita: Hetta verður liðið móti Slovakia
Stóra málið er at spæla seg til annað plássið í minsta lagi, tí tað gevur atgongd til uppflytingardystir til deild B í Nations League.
- Tað er øgiliga lokkandi. Og kemur tú ikki har til, eru tað í staðin tveir venjingardystir fyri framman. Vit fara út fyri at vinna í morgin, og so síggja vit, hvussu langt tað ber, staðfestir Jóannes Kalsø Danielsen, sum trýr upp á, at Føroyar hava neyðugu dygdirnar til at skapa stór úrslit.























