- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kann koma okkum aftur um brekku

Tað kann koma Føroyum aftur um brekku, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, hevur ásett føroysku makrel- og sildakvotuna munandi hægri enn bæði Norra og ES siga, at Føroyar hava rætt til. Tað heldur Bergur Poulsen, formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag og fyrrverandi stjóri á Havsbrún.

Hann óttast avleiðingarnar av einum møguligum boykotti frá ES. Føroyar er ikki limur í ES, vit hava onga EBS-avtalu, men vit hava eina handilsavtalu, sum tryggjar atgongdina á ES-markanðin.

Góður helmingur, 49 prosent, av øllum uppsjóvarfiskinum varð í fjør fluttur á ES-markanðin. Tað sama er galdandi við alilaksinum. At Jacob Vestergaard, landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, hevur ásett Føroyum munandi hægri makrel og sildakvotu enn bæði Norra og ES meta at vit hava rætt til, kann koma Føroyum aftur um brekku, heldur Bergur Poulsen.

Landsstýrismaðurin er greiður yvir støðuna og verjir avgerðina.

Hoyr samrøðuna við Bergur Poulsen