Kommunurnar fáa eldraøkið í 2015

27.08.2013 - 14:43
Innlendis›Politikkur
Kommunurnar fáa eldraøkið í 2015
Annika Olsen hevur slept ætlanini um at leggja eldraøkið til kommunurnar á nýggjárinum, tí starvsfólkaviðurskiftini og fíggjarligi parturin av yvirtøkuni eru ikki loyst
Áðrenn eldraøkið verður lagt út, skal tað skipast í seks øki, ætlar landsstýriskvinnan í almannamálum
Mynd: KvF  

Nú er greitt, at kommunurnar fáa ikki eldraøkið at umsita fyrr enn í 2015.


Landsstýrið hevur annars hildið fast um, at kommunurnar skulu hava eldraøkið 1. januar. Kommunusamskipan Føroya hevur mótmælt og sagt, at økið er ikki klárt at leggja út. M.a. tí land og kommunur eru ósamd um, hvussu nógvar pengar kommunurnar skulu hava fyri at reka økið.
 

 

Og nú hevur landsstýriskvinnan so boðað frá, at eldraøkið verður ikki lagt til kommunurnar fyrr enn 1. januar 2015.
 

 

Orsøkin er, at starvsfólkaviðurskifti skulu greiðast, og semja er ikki enn um tann fíggjarliga partin. Áðrenn eldraøkið verður lagt út, skal tað skipast í seks øki.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329