- Tíðindi, mentan og ítróttur
Heilsuhjálparar og KAF gjørt trý ára sáttmála

Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Heilsuhjálaparafelagið skrivaðu fyrrpartin undir trý ára sáttmála, sum er galdandi frá oktober í fjør til oktober 2028.
- Vit hava sprongt almenna lønarkarmin, sigur Mary Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálparafelagnum.
Mary Antonsdóttir.
Í februar gjørdu 12 fakfeløg á almenna arbeiðsmarknaðinum semju við Fíggjarmálaráðið um felags lønarkarm, sum skuldi roknast á ávísan hátt.
Hvørki Heilsuhjálparafelag Føroya ella Kommunala arbeiðsgevarafelagið, KAF, eru partur av sáttmálanum, men hann hevur kortini verið ein forðing, sigur Mary Antonsdóttir:
Per Martin Gregersen. (Mynd: KAF)
- Ein av stóru knútunum í drúgvu samráðingunum var felagskarmurin hjá Fíggjarmálaráðnum við summi fakfeløg, sigur Per Martin Gregersen, formaður í Kommunala arbeiðsgeverafelagnum.
Hoyr samrøðu við Per Martin Gregersen í útvarpstíðindunum:




























