- Tíðindi, mentan og ítróttur
Jóhan á Plógv Hansen á danska landsliðið
02.09.2013 - 15:11
Innlendis
Jóhan á Plógv Hansen á danska landsliðið
Ulrik Wilbek vil hava Jóhan á Plógv Hansen á danska landsliðið
Mynd: Jóhan á Plógv Hansen
Hetta stendur í persónligari umbøn til Hondbóltssamband Føroya frá donsku venjara-legenduni.
Og tað er ikki eiti á rósandi orð, Ulrik Wilbek hevur at bera føroyska hondbólts-stjørnuskotinum.
"Johan er i øjeblikket ubetinget den bedste højre fløj i Danmar på årgang 94-95," stendur í brævinum frá Ulrik Wilbek til Hondboltssambandið.
Jóhan á Plógv Hansen kann vera tøkur á danska landsliðnum um hálvtannað ár, til EM í 2014. Tá eru tað trý ár, síðan hann spældi seinasta landsdystin fyri Føroyar. Harvið er altjóða leikbannið av.
Og Jóhan á Plógv Hansen vil sjálvur gjarna sleppa at umboða Danmark, sum er ein av heimsins bestu hondbóltstjóðum. Hoyr samrøðuna við Jóhan á Plógv Hansen, sum var í tíðindunum.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV