Elias ikki við í lagnudystum um HM-pláss

Elias ikki við í lagnudystum um HM-pláss
Tá føroyski manslandsliðshópurin til lagnudystirnar ímóti Bosnia um HM-pláss verður kunngjørdur í morgin, verður Elias Ellefsen á Skipagøtu ikki á listanum, sambært portal.fo
Tað er dyggur smeitur fyri føroysku HM-kjansirnar, at Elias Ellefsen á Skipagøtu ikki verður við ímóti Bosnia
Mynd: Kollektif  
 
16.04.2026 - 21:34

Elias Ellefsen á Skipagøtu er somikið illa darvaður av skaða í økslini, at hann ikki verður við í lagnudystunum hjá Føroyum ímóti Bosnia um HM-pláss.

Hópurin til røkkstøkk-dystirnar verður kunngjørdur í morgin, men Kiel-spælskiparin verður ikki á listanum, skrivar portal.fo.

Gávuríki spælskiparin fekk skaða í økslina fyri jól. Hann var ivasamur til EM-endaspælið í januar, men spældi kortini, tá Føroyar vóru fá mál frá at koma í miðumfarið.

Síðan hevur hann bert verið at sæð í einstøkum dystum hjá týska stórliðnum, og nú tykist greitt, at hann ikki verður tikin út til dystirnar ímóti Bosnia, sum verða spældir 14. og 16. mai.

Harumframt er sera ivasamt um strikuspælarin Ísak Vedelsbøl fær spælt. Hann hevur skaða í fingurinum, sum er verri enn áður hildið, og skal undir skurð eftir hetta kappingarárið, sambært portal.fo.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938