- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ikki vist at allir flokkar vera í samgongu
10.09.2013 - 13:04
Innlendis›Politikkur
Ikki vist at allir flokkar vera í samgongu
Eftir stórtingsvalið í gjár hevur borgarligi vongurin 96 tingsessir og reyð-grønu flokkarnir 72

Høgri gjørdist stóri sigurharrin á stórtingsvalinum í Noregi í gjár. Hann fekk 18 tingsessir afturat, og hevur nú 48 sessir. Saman við Framburðsflokkinum, Kristiliga fólkaflokkinum og Vinstra, kann Høgri skipa borgarliga stjórn.
Erna Solberg, forkvinna í Høgra, verður forsætisráðharri, men tað er ikki vist, at allir fýra borgarligu flokkarnir verða í stjórnini, sigur Jógvam Hugo Gardar, tíðindamaður í Oslo.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV















