Yvirgangur nærhendis heiminum

23.09.2013 - 14:30
Útheimurin
Yvirgangur nærhendis heiminum
Samrøða við Nuka Heinrich Eidesgaard av Eiði, sum býr stutt frá hersettu handilsmiðstøðini í Nairobi
Nuka Eidesgaard
Mynd: Facebook-mynd  

Í Nairobi, høvuðsstaðnum í Kenya, er alt so at siga í undantaksstøðu eftir at yvirgangsfólk hava hersett ein stóran og vælumtóktan innkeypsskála.
 
Westgate-keypsskálin er sera vælumtóktur millum útlendingar í Nairobi. Leygardagin lupu fólk - eftir øllum at døma yvirgangsfólk, sum stuðla somaliska al-shabaab mótmælisrørsluni, á keypsskálan og fóru at skjóta.
 
Illgruni var beinanvegin um muslimskar yvirgangsfelagsskapir, tí fólk, sum vóru muslimar sluppu leys beinanvegin.
 
Altjóða Reyði Krossu hevur í dag staðfest, at minst 69 fólk eru dripin og fleiri hundrað eru deyð. Óvist er hvat er hent við 63 fólkum, men roknað verður við, at fleiri teirra verða hildin gíslar í keypsskálanum.
 
Nuka Eidesgaard av Eiði arbeiðir í løtuni á einum barnaheimi í Nairobi, og hon býr einans 3 kilometrar frá skálanum, og kann úr heimi sínum eygleiða hvat hendir nærhendis keypsskálan.
 
Tá vit tosaðu við hana umvegis Skype fyri einum lítlum tíma síðani, sá hon svartan royk koma úr sentrinum.
 
Myndatekstur: Nuka Eidesgaard av Eiði arbeiðir á einum barnaheimi í Nairobi (mynd av Facebook)
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. desember
Jambalaja - 201225
201796
Leygardag 20. desember
Upp á tá - 191225
201791
Fríggjadag 19. desember
Vikuskiftið 19 des 2025
201783
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 20. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201790
Fríggjadag 19. desember
Veðrið
201780
Fríggjadag 19. desember
Vigdís 4:4 - teknmálstulkað
201775
Fríggjadag 19. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201757
Hósdag 18. desember
Veðrið
201723