Frágreiðingin setur fleiri spurningar enn hon svarar

08.10.2013 - 13:47
InnlendisPolitikkur
Frágreiðingin setur fleiri spurningar enn hon svarar
Jan Lamhauge, sum hevur gjørt sjónvarpssendingina um Eysturoyartunnilin, undrast á arbeiðslagið á Løgmansskrivstovuni
Jan Lamhauge hevur sjálvur annar gjørt sendingina um Eysturoyartunnilin, sum verður send í sjónvarpinum í kvøld

Frágreiðingin frá Sjúrði Rasmussen, løgfrøðingi á Løgmansskrivstovuni, um rættarligu ábyrgdina av málinum um Eysturyartunnilin setur fleiri spurningar enn hon svarar.

Tað heldur Jan Lamhauge, journalistur, sum saman við Jógvani Eli Dam, miðlatøknifrøðingi, hevur gjørt sendingina um Eysturoyatunnilin, ið verður send eftir Dag&Viku í kvøld.

Hann vísir á, at hóast løgmansstjórin fekk spurningar fyri langari tíð síðani, vil hon ikki vera við í sendingini, men nú kemur henda frágreiðingin brádliga.

- Hvussu arbeiða tey á Løgmansskrivstovuni, hvat er endamálið við frágreiðingingini, og hvussu er hon gjørd, spyr Jan Lamhauge í samrøðuni, sum Uni L. Hansen gjørdi við hann í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. mars
Sophilia: 15 ár
205189
Hósdag 5. mars
Filip: Í dans
205173
Hósdag 5. mars
Bjarki: Nú liggur ein kavafonn
205174
Hósdag 5. mars
Jóhanna: Farin
205175
Hósdag 5. mars
Anna Lovisa: Eitt kvøldið so siðla
205176