Høgni Hoydal kærir løgmann til landsstýrismálanevndina

14.10.2013 - 07:51
InnlendisPolitikkur
Høgni Hoydal kærir løgmann til landsstýrismálanevndina
Nevndin kannar sum er bert ein part av leiklutinum hjá Kára P. Højgaard, fyrrverandi landsstýrismanni

Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, fer nú at kæra løgmann fyri landsstýrismálanevndina.

- Eg vil ikki hava, at tað skal vera nøkur umbering fyri ikki at kanna leiklutin hjá løgmanni, sigur Høgni Hoydal.

Løgtingið feldi hósdagin eitt uppskot um misálit á løgmann. Grundgevingin hjá fleiri tinglimum fyri at atkvøða ímóti uppskotinum var, at landsstýrismálanevndin arbeiðir við málinum og at nevndin skal hava frið at arbeiða.

Men Landsstýrismálanevndin kannar bara ein part av leiklutinum hjá Kára P Højgaard, fyrrverandi landsstýrismanni í innlendismálum, og Sirið Stenberg, forkvinna í nevndini, hevur undrast á, at eingin tinglimur hevur heitt á nevndina um at kanna leiklutlin hjá løgmannii í tunnilsmálinum.

Tað verður gjørt nú.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454