- Tíðindi, mentan og ítróttur
Løgmaður og landsstýrisfólk fáa lønarhækking
15.10.2013 - 14:53
Innlendis›Politikkur
Løgmaður og landsstýrisfólk fáa lønarhækking
Ókeypis bilurin verður varðveittur, men í staðin missa tey sømdir, sum tey hava nú

Fyri jól kemur uppskot í løgtingið, sum gevur løgmanni og landsstýrisfólkum eina rimmar lønarhækking.
Men í staðin fyri missa tey ymsar sømdir, sum tey hava nú. Kortini fáa tey frían ráðharrabil. Løgmaður sigur, at hann fer at gera, sum ein nevnd mælti til um ársskiftið.
Eftir tilmælinum hækkar lønin hjá løgmanni úr 694.000 krónum upp í 901.000 krónur um árið, og hjá landsstýrisfólkunum úr 590.000 krónum upp í 763.000 krónur um árið.
Andstøðan í løgtinginum er farin at ótolnast eftir lógaruppskotinum um lønina hjá løgmanni og landsstýrisfólkum. Sum skilst verður eitt bræv fyrireikað at senda løgmanni, har lógaruppskotið verður eftirlýst.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV














