Karsten Hansen lovar rørslutarnaðum betri umstøður

18.10.2013 - 09:21
InnlendisPolitikkur
Karsten Hansen lovar rørslutarnaðum betri umstøður
Ein rehabiliteringslóg er á veg, sigur landsstýrismaðurin, og ætlanir eru um ein venjingarmiðdepil í Havn

Umstøðurnar til endurvenjing hjá rørslutarnaðum verða skjótt betri. Tað lova myndugleikarnir.


Almannaverkið hevur ætlanir um at gera ein venjingarmiðdepil í Havn, og Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, hevur ætlanir um eina rehabiliteringslóg. Gongst sum ætlað, verður lógin løgd fram í vár.


Augusta Mikkelsen, forkvinna í Fysioterapeutfelagnum, sigur, at lógin er kærkomin, tí tað hevur verið bíðað alt ov leingi.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 6. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207968
Týsdag 5. mai
Veðrið
207947
Mánadag 4. mai
Veðrið
207904