Lætt at broyta kotur á vevlistum

22.10.2013 - 15:19
InnlendisTøkni
Lætt at broyta kotur á vevlistum
So at tøl av sýndum síðum tykjast hægri, enn tey í veruleikanum eru. Tað sigur Ingi P. Jacobsen, sum arbeiðir sum forritari hjá Faroe Media

Tað er lætt at broyta kotur á vevlistum, so at tøl av sýndum síðum tykjast hægri, enn tey í veruleikanum eru. Tað sigur Ingi P. Jacobsen, sum arbeiðir sum forritari hjá Faroe Media.

Ingi P. Jacobsen var við til at finna fram til, at brek var í keldukotuni hjá tíðindaportalinum hjá Miðlahúsinum, in.fo. Ingi helt tað vera løgið, at talið av sýndum síðum hjá in.fo var so høgt á vevlistanum.

Hann kannaði tí kotuna, og fann útav at brek var við henni. Brekið gjørdi, at nakrar sýndar síður taldu sum tvær.

Halgir Winther Nagata, sum eigur og rekur vevlistan.fo, har in.fo er skrásett, sigur í dag við in.fo, at villan er rættað, og at tølini nú vísa veruligu ferðsluna á heimasíðuni in.fo.

Ingi P. Jacobsen heldur ikki, at talan er um, at onkur við vilja hevur broytt kotuna í vevlistanum hjá in.fo. Men hann vísir á, at tað er lætt at gera villeiðandi tøl á slíkum vevmátingarlistum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086