Landsstýrismaðurin: Føroysk uppsjóvarvirki eru kappingarfør

Landsstýrismaðurin: Føroysk uppsjóvarvirki eru kappingarfør
Dennis Holm, landsstýrismaður, vísir aftur, at tað fer at raka føroysk virki, um meiri kann landast uttanlands
Pelagos er eitt av uppsjóvarvirkjunum.
 
04.02.2025 - 13:38

Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, er ikki samdur við samgongufelagan, Bjarna Hammer, um at ætlaða lógarbroytingin at loyva uppsjóvarskipum at landa helvtina av veiðuni uttanlands, hóttir føroysk virkir og arbeiðsmegi.

Dennis Holm sigur, at hagtøl fyri landingar uttanlands vísa, at føroysku virkini eru kappingarfør.

 

Dennis Holm, landsstýrismaður.

 

Sambært uppskotinum um broytingar í sjófeingislógini er ætlanin at hækka markið hjá uppsjóvarskipum at landa uttanlands úr 15 upp í 50 prosent. 

Bjarni Hammer sigur, at hetta fer at hava við sær, at føroysk skip fara at landa meira uttanlands, og tað fer at raka føroysk virki og føroyska arbeiðsmegi.

Men hesum vísir landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum aftur. 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

04032025_Dennis_um_landingar_uttanlands
 
 

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688