- Tíðindi, mentan og ítróttur
Pensjónsaldurin hækkar
23.10.2013 - 13:17
Innlendis›Politikkur
Pensjónsaldurin hækkar
Tað váttaði Annika Olsen í løgtinginum fyrrapartin

Annika Olsen váttar nú tíðindini um, at ætlanin er at hækka pensjónsaldurin upp í 70 ár, byrjandi við einum hálvum ári í 2018.
Útvarpið kundi í gjár avdúka, at Almannamálaráðið hevur ætlanir um at broyta pensjónsskipanina, men tá vildi landsstýriskvinnan ikki viðmerkja tíðindini, tí at talan er um eitt mál, ið enn er á fyrireikingarstigi.
Í dag játtaði hon so ætlanina, tá hon í løgtinginum varð spurd um ætlanina. Ófráboðaðir spurningar vóru á skránni í dag, og Henrik Old, tingmaður, spurdi júst um ætlanirnar um at hækka pensjónsaldurin.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. september
Skráin á Tjóðpallinum 2026/27, fyrsta konsertin við Leu Eyðbjørg í Føroyum
213426
Nýggjastu sendingar í SV













