Tuberklar: 10 starvsfólk sett í viðgerð

06.11.2013 - 09:22
InnlendisSamfelag
Tuberklar: 10 starvsfólk sett í viðgerð
Smittan stavar frá einum gomlum tilburði á Studentaskúlanum í Hoydølum

10 starvsfólk á føðideildini á Landssjúkrahúsinum eru sett í fyribyrgjandi tuberklaviðgerð.


Illgruni er um, at smittan stavar frá einum gomlum tilburði á Studentaskúlanum í Hoydølum fyri hálvum øðrum ári síðani, tá smittuverjutilbúgvingin ikki var nøktandi.


Nú eru mannagongdirnar broyttar, sigur Bjarni á Steig, leiðari á Medisinska Deplinum og limur í Smittuverjunevndini. Hann leggur dent á, at starvsfólkini á føðideildini, sum fáa viðgerð, smitta ikki onnur.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523
Mánadag 18. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208512