50.000 tons av sild og makreli á goymslu

25.11.2013 - 08:16
InnlendisSamfelag
50.000 tons av sild og makreli á goymslu
Stjórin í Varðanum Pelagic vísir aftur, at hetta er avleiðingin, tí vit hava ásett okkum so stóra kvotu

Frystigoymslurnar eru á tremur við 50.000 tonsum av makreli og sild fyri hundraðtals milliónir kr., og tí kemur innflutningbannið, sum russar hava hótt við at seta í verk ´móti Varðan Pelagic á Tvøroyri, sera illa við.


Bogi Jacobsen, stjóri, ásannar, at seinastu tíðina hevur verið nógv avskipað til Russlands, áðrenn stongsulin kanska kemur í gildi í dag.


Hetta hevur figgjarligar avleiðingar, tí vøran kemur skjótari á marknaðin enn ætlað, og tað trýstir prísin. Men Bogi Jacobsen vísir aftur, at stóra makrel- og sildakvotan, sum vit hava ásett, nú kemur okkum aftur um brekku.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558