Vilja hava betri javnvág í sáttmálan við russar

27.11.2013 - 11:33
Innlendis›Politikkur
Vilja hava betri javnvág í sáttmálan við russar
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, vil ikki siga, um støðan hjá Varðanum Pelagic er við í samráðingunum

Einki spurdist burtur úr fiskirættindasamráðingunum millum Føroyar og Russland í Havn í gjár.


Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, sigur, at enn er ikki semja um javnvágina í sáttmálanum, t.e. hvussu nógva uppsjóvarfisk vit skulu lata fyri at fáa tosk í Barentshavinum.


Landsstýrismaðurin sigur, at ymisk viðurskifti millum Føroyar og Russland verða umrødd í samráðingunum, men hann fæst ikki at siga, um støðan hjá Varðanum Pelagic, sum ikki sleppur av við sína vøru á russiska marknaðinum, eisini er partur av samráðingunum.

Samráðingarnar verða tiknar uppafyur 9. desember.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723