ES-borgarar og borgarar úr triðjalondum skulu hava somu arbeiðstímar

ES-borgarar og borgarar úr triðjalondum skulu hava somu arbeiðstímar
Kravið um 40 tíma arbeiðsviku er forðing fyri, at útlendsk starvsfólk fáa nóg mikið av undirvísing í føroyskum, sigur stjórin í Vinnuhúsinum
Niels Winther er stjóri í Vinnuhúsinum. (Savnsmynd)
 
04.03.2024 - 15:47

Politiska skipanin eigur at javnseta kravda arbeiðstímatalið hjá ES-ríkisborgararum og ríkisborgararum úr triðjalondum til 30 tímar, sum í dag er 40 tímar.

Arbeiðstíðarkravið hjá útlendskum starvsfólkum eigur at vera 30 tímar um vikuna, sama um talan er um ES-ríkisborgarar ella ríkisborgarar úr triðjalondum.

Hetta var eitt av tilmælunum, sum Javnaðarflokkurin á fólkatingi legði fram á tiltakinum “Rætt til ríkisborgararætt?”, sum varð hildið í Perluni fríggjadagin í farnu viku.

Niels Winther, stjóri í Vinnuhúsinum, hevði í sínari framløgu á tiltakinum júst sama tilmæli til politisku skipanina.

 

Forðar fyri undirvísing í føroyskum 

Hann mælti eisini politisku skipanini til at javnseta kravda vikuliga arbeiðstímatalið millum ES-ríkisborgarar og triðjalandsborgarar til 30 tímar.

Niels Winther vísti millum annað á, at kravið um 40 tíma arbeiðsviku hevur verið ein ítøkilig forðing fyri, at útlendsk starvsfólk hava møguleika at fáa nóg mikið av undirvísing í føroyskum.

Hann segði eisini, at eingin haldgóð grundgeving er fyri at hava eitt størri kravt tímatal, bara tí tú kemur úr einum landi, sum ikki er partur av ES, skrivar Vinnuhúsið.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Hósdag 5. november
Breddin: Tilboð um rúsevnisviðgerð
215961
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891