Nýggj útvarpsstøð á 104,1 mHz

02.12.2013 - 11:48
InnlendisSamfelag
Nýggj útvarpsstøð á 104,1 mHz
Útvarpsstøðin eitur Voxpop og hoyrist í Havn og í pørtum av Skálafjørðinum
Nýggj útvarpsstøð hevur sæð dagsins ljós

Nýggj útvarpsstøð hevur sæð dagsins ljós í høvuðsstaðnum. Voxpop eitur nærvarpið, sum sendir á 104,1 megahertz.

Petur Slyne og Rúni Djurhuus, ið skipa fyri festivalinum Voxbotn, og Portal.fo standa fyri nýggju útvarpsstøðini.

Umframt teir báðar, er eisini Hálvdan Haldansen úr Vestmanna við í smápartafelagnum Vox Entertainment, sum rekur Voxbotn útvarpsstøðina.

Voxpop er at hoyra í Havn og hoyrist eisini í pørtum av Skálarfjørðinum.

Rúni Jákupsson og MorgunSendingin vitjaðu útvarpsstøðina í morgun.

Hoyr alla samrøðuna her: Voxpop eitur nýggja útvarpsrásin

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 3. mai
Guðstænasta í Mariukirkjuni
207844
Leygardag 2. mai
Andakt dýra biðidag.
207816
Fríggjadag 1. mai
Kakumiks 2 (7:7)
207781
Fríggjadag 1. mai
Guðstænasta úr Havnar kirkju
207810