Vágskálin

Vágskálin: Hugvekjandi skaldsøga um aldurdóm
21-10-2026
Á vágskálina verður løgd bókin ''Fru s'' eftir Inger Smærup Sørensen

"Fru s" eitur nýggjasta skaldsøgan á donskum eftir Inger Smærup Sørensen, sum vit kenna úr føroyska listaumhvørvinum.

Skaldsøgan snýr seg um eina eldri kvinnu, sum býr einsamøll í íbúð nr. 612 í einum íbúðarbygningi í Danmark.

Úr síni íbúð sær hon fólkini í hinum íbúðarbygningunum koma og fara og livir seg á tann hátt inn í teirra tilveru.

Marna Jacobsen og Rakul í Gerðinum ummæla "Fru s" og halda, at hon er skrivað á heilt serligan hátt.

"Bókin snýr seg um eina eldri kvinnu, sum fyrireikar seg til at doyggja, m.a. við at læra seg ikki at vera til staðar, og hetta er sera væl lýst," siga tær báðar.

Kvinnan í søguni minnist nógv aftur í tíðina, m.a. tíðina í listaumhvørvinum, har menninir ráddu, og ungar kvinnur kendu seg sum tilfar.

"Øll søgan letur seg ikki upp beinanvegin, og lesarin skal tí hava eitt ávíst tol, meðan lisið verður," siga Marna og Rakul.

Uni Arge leggur til rættis.

Vágskálin

Vágskálin er sending við mentanarligum ummælum. Í flestu førum verða bøkur vigaðar á vágskálini. Ummælini verða gjørd sum samrøður í útvarpsstovuni. Á vágskálina kunnu eisini verða lagdir sjónleikir, framsýningar og framførslur. Serlig rák í tíðini verða viðhvørt vigað og viðgjørd. Uni Arge leggur til rættis.

Á vágskálina verður løgd bókin ''Fru s'' eftir Inger Smærup Sørensen
21-10-2026
Á vágskálina verður løgd bókin “Eg fótaði mær aftur” eftir Herdis Skorastein
14-10-2026
Á vágskálina verður løgd bókin ”Mínar søgur” eftir Heðin Samuelsen
07-10-2026
Á vágskálina verður løgd bókin ”Trækrúnulívæðrin” eftir Magnus Gaard
30-09-2026
Á vágskálina verður lagt yrkingasavnið ”Enn er náðin náðileys” eftir Tórodd Poulsen
23-09-2026
Á vágskálina verður løgd skaldsøgan frá "Frá høvur til hæl" eftir Einar Már Guðmundsson
16-09-2026
Til umrøðu hesaferð er nýggj bók um politiið í Føroyum og enska ávirkanin á føroyskt mál
25-03-2026
Á vágskálina hesaferð verður løgd bókin "Hendur ið sleptu" eftir Óla Jacobsen
18-03-2026
Á vágskálina hesaferð leggja vit yrkingasavnið "Sláttrir" eftir Tórodd Poulsen
11-03-2026
Á vágskálini hesaferð eru bókin "Í eygnahædd" hjá Kinnu Poulsen og Geyta-tiltakið
04-03-2026
Á vágskálini hesaferð er skaldsøgan "Lív" eftir Jónu Joensen
25-02-2026
Á vágskálina hesaferð leggja vit yrkingasavnið "Fjøtraður Orion" eftir Christian Fróða Djurhuus
18-02-2026